Aftanfyri tunga myrkrið í fossinum letur eitt rúm seg upp, har ljósið brýtur fram í brotnum strokum. Hin grøni bjálkin flytur seg sum ein fjaldur streymur, ið trýstir seg gjøgnum løg av tíð og tøgn. Ein megi, sum krevur at verða sædd. Í rivuni millum styrki og stilli hómast ein vera – útlitið av einari gentu aftanfyri fossin, skapað av ljósi, skugga og rørsluni í litinum. Hon hvílir í brotunum í litinum sum ein vera, ið bert kemur til sjóndar fyri teimum, sum hyggja nærri. Her gerst pulsurin í litinum til eina frásøgn – eitt spor av dirvi, av yvirgongd, av onkrum, sum reisir seg úr myrkrinum og inn í ljósið. Ein løta, har tað fjalda letur seg upp og vísir, at aftanfyri hvørja megi finst ein stilt skapilsi, sum er á veg at gerast til.