Tað ósjónliga gerst sjónligt
Eg eiti Maria Amalia Heinesen. Eg eri uppvaksin í Vestmanna, har náttúran ikki bara er rundan um teg – hon treingir inn í teg og verður partur av tí, tú ert. Tað er haðani, at list mín sprettur frá. Náttúran hevur altíð verið mín størsta kelda til íblástur. Eg verði drigin at litunum; ikki teimum, tú sært beinanvegin, men at teimum, sum liggja fjaldir undir yvirflatuni. Tey løgini av litbrigðum, sum ikki koma til sjóndar fyrr enn tú hyggur eina løtu og letur eygað finna ró í klettunum, mosanum, taranum, steinunum og havinum.
“Tann lítli heimurin inni í heiminum, sum ger, at tað ósjónliga brádliga verður sjónligt.“
Mín listarliga tilgongd er hugskygd. Eg veit sjáldan frammanundan, hvat fer at taka skap á løriftinum. Tað er ein samrøða millum sinnið, litirnar og tilfarið, har verkið spakuliga vísir sína egnu leið. Í løgunum koma skapilsi undan kavi; summar týðiligar, aðrar næstan fjaldar. Tær hava fylgt mær í nógv ár sum ein natúrligur partur av tí myndamáli, sum er vorðið mítt. Hyggur tú nærri, fert tú kanska sjálv/ur at varnast tær.
Eftir nærum 20 árum, har listin hevur verið mítt egna persónliga rúm, deili eg nú verk míni við onnur. Fyri meg er list nakað djúpt persónligt. Summi verða rakt av henni, onnur ikki – og soleiðis skal tað vera. Tá ið eitt verk talar til ein, kemur ein serligt løta í millum áskoðaran og myndina. Tað er júst har, listin fær lív. Mínir málningar eru ikki skapaðir fyri at verða greiddir frá, men fyri at verða merktir. Teir bera í sær bæði styrki og viðkvæmi, myrkur og ljós, enda og byrjan. Teir eru spor av náttúruni, spor av rótum, spor av tí ósjónliga, sum vilja koma til sjóndar.