Sum eitt afturljóð millum Norðuratlantshavið og donsku strondina, ber hetta verkið spor av landsløgum, sum tala sama myndamál. Íblásturin stavar frá føroysku fuglabjørgunum og gylta mosanum, sum lýsir móti teimum myrku klettunum sum smáir logar í landslagnum. Tann heita glóðin í mosanum finst bæði á føroyskum klettum og fram við donsku strondini sum eitt felags litmál tvørtur um Atlantshavið. Teir gyltu litirnir í verkinum eru tiknir haðani, meðan tey ljósaru litbrigðini er íblástur frá teimum bleytu merkjunum, sum ættarlið av sjófugli gjøgnum tíðina hava latið eftir sær á yvirflatuni á klettunum. Samansetingin er bygd upp í løgum, har myrkar, ráar flatur møta gyltum og ljósum litbrigðum. Litir og bygnaður javnvega millum tyngdina í klettunum og skiftandi ljósið á havinum. Í spenninginum millum tað ráa og tað milda stendst eitt rúm, har tað ósjónliga verður sjónligt, og har náttúrunnar egnu frásagnir hómast millum litirnar og løgini.